Norska tíðindakvinnan og rithøvundurin Åsne Seierstad, sum gjørdist víða kend fyri skaldsøguna ?Bókasølumaðurin í Kabul?, skal nú rinda konu bókasølumansins 120.000 krónur í endurgjaldi.
Tað sigur býarrætturin í Oslo, og grundgevingin er, at bókin gongur privatlívinum hjá bókasølumanninum og konu hansara ov nær.
Umframt høvundan skal forlagið Cappelen Damm, sum gav bókina út, rinda konuni 125.000 krónur.
Norski sakførarin hjá konu bókasølumansins sigur við Dagbladet, at tað er ikki óhugsandi, at hini í familjuni hjá hjúnunum fara at krevja endurgjald.
Bókin hjá Åsne Seierstads er týdd til fleiri mál og er komin út í umleið 20 londum.










