Føroyar skulu verða afturhaldssinnaðar, tá tað kemur til arktiska økið, heldur Henrik Old, landsstýrismaður, og nevnir millum annað, at Føroyar mugu gera tað, vit kunnu, fyri at forða eini oljuvinnu í arktiska økinum. Skaðin kann gerast óbótaligur, sigur hann.
Leysasøgurnar hava gingið, men nú minnir nevndin í Atlantsflog á, at hon enn onga almenna útmelding hevur givið um, hvørt Atlantsflog fer at gevast við at bjóða mat og drekka ókeypis umborð á rutum sínum.
Kaj Leo í Bartalsstovu spældi í gjár sínar fyrstu minuttir fyri nýggja felag sítt, Dinamo Bukarest. Hann byrjaði á beinkinum, men kom inn, góðar 10 minuttir inn í 2. hálvleik. Hæddarpunkt frá dystinum eru at síggja her.
Eitt av flogførunum hjá Atlantsflog fekk ein skaða í gjáramorgunin, tá ein trappa tók í flogfarið. Hetta elvdi til stórar seinkingar restina av degnum og ávirkar eisini florgerðsluna í dag og í morgin.
Tøl frá barnaverndini vísa, at tað í størstan mun eru foreldur, ið leita sær til barnaverdina at biðja um hjálp.
Og at enda eitt sindur um laksalúsina.
- Tað virkar ikki, sum avvarðandi myndugleikar vita, ella hava tikið støðu til, hvat skal henda. Tí hava vit av okkara eintingum gjørt av at lækka talið á fiski, sum fer í ringarnar, tá vit seta útaftur, sigur Egil Steintórsson, leiðari hjá Faroe Farming, sum nú tekur høga talið av laksalús í aliringum sínum til eftirtektar.