Snarsinni og politiskur mótgangur?

Í politikki er tað ofta so, at tú ikki fært tíni sjónarmið nóg greitt fram, hvørki í fjølmiðlunum ella sum konstruktiv lógaruppskot í tinginum. Endamálið kann vera gott - men tá tú ikki fært ljóð fyri hesum millum tínar samstarvsfelagar, verður úrslitið hitt øvugta.

Eitt dømi um hetta er støða Tjóðveldisfloksins í málinum um dagpengar til tímalønt tveir teir fyrstu sjúkradagarnar.


Ein snarsintur tingmaður floksins í Suðurstreymi - sum ikki kennir seg rætt viðfarnan í Sosialinum, ger vart við seg í Dimmalætting í gjár.


Fyri ein ordans skyld skulu vit skera nøkur ting út í papp: Oddagreinin í Sosialinum er ikki dulnevnt lesarabræv. Í oddagreinini koma fram sjónarmið blaðsins, sum blaðleiðslan skrivar. Løgtingsmaðurin blandar tí tingini saman, tá hann sigur, »at ávísur blaðmaður skírir Tjóðveldisflokkin fígginda hjá tímaløntum - og at Fólkaflokkurin stendur tí tímalønta nærri enn Tjóðveldisflokkurin.«


Hasi orðini stóðu í oddagreinini - og vórðu inspirerað av støðuni hjá tjóðveldisumboðunum í trivnaðarnevndini, av viðgerðini av málinum í løgtinginum og av úttalilsum hjá fakfelagsfólki eins og umboðum arbeiðsgevaranna.


Tað er einki dulsmál, at Sosialurin sympatiserar við løntakarunum. Hetta lata vit skína ígjøgnum í oddagreinum, meðan tilfarið í blaðnum annars verður viðgjørt við at hýsa øllum sjónarmiðum og sjónarvinklum.


At Tjóðveldisflokkurin nú er mótpólur løntakaranna á júst hesum øki fáa vit ikki gjørt so nógv við. Sum eygleiðarar kunnu vit bara staðfesta, at støða floksins ger, at misjavnin millum tímalønt og fastlønt undir sjúku er endurskaptur og verður varðveittur - í øllum førum fyribils.


Lurta vit eftir samstarvsfeløgum Tjóðveldisfloksins, eftir arbeiðsgevarafeløgum og eftir verkamannafeløgum, so viðførir hetta, at misjavnin í øllum førum verður varðveittur til lønarsamráðingarnar á vári ár 2001! Er tað tí óetiskt at draga ta niðurstøðu, at støða Tjóðveldisfloksins ger, at misjavnin verður varðveittur???


Tað halda vit ikki. Vit vilja í oddagreinum nýta okkara demokratiska rætt at vísa á slíkt - og í blaðnum fara vit framhaldandi at hýsa øllum sjónarmiðum, tá vit viðgera hetta og onnur mál.


Tingmaður Tjóðveldisfloksins veit, at hann altíð er væl komin at skriva í okkara blað - og hann veit, at vit hýsa hansara sjónarmiðum við.


Men sleppa vit ikki at tala at í oddagreinini - og sleppa formenn og kvinnur í landsins størstu verkafeløgum ikki tala at, hvar er tá fólkaræðið?


Við støðugt at vísa á ójavnar - og við at hýsa øllum sjónarmiðum, fer skilið at sigra. Tingmaðurin má læra seg, at í politikki má snarsinni víkja fyri fría orðinum?