Ferðafólkini, sum komu við flogfarinum hjá Atlantsflog úr Keypmannahavn um middagsleitið í gjár, vóru fyri eini serligari hending.
Meðan flogfarið er í ferð við at lyfta seg upp í rætta floghædd, á veg gjøgnum skýloftið, verður tað rakt av snarljósinum.
Ferðafólk siga, at tey sóu eitt bjart ljós og onkur, sum hugdi út júst tá, sá onkran neista. Tað gjørdi tað enn verri, at stutt eftir rakti flogfarið eitt sindur av turbulensi, so tað ristist eitt sindur. Ferðafólk, sum Miðlahúsið hevur tosað við siga, at tað bleiv púra kvirt í flogfarinum.
Lítla løtu eftir boðaði flogskiparin frá, at tað var eitt snarljós, sum rakti flogfarið, men at alt var í lagi og flogfarið helt leiðina fram til Føroya.
Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantsflog sigur, at tað er ikki óvanligt, at snarljós raka flogfør.
- Hetta hendir av og á við okkara flogførum eisini. Í gjár gjørdi flogskiparin sum hann skuldi og kannaði, at alt var í lagi umborð á flogfarinum. Vit boðsendu eisini teknikarum á landi, so at tá flogfarið lendi, kannaðu teir flogfarið beinanvegin, fyri at tryggja sær, at einki brek var á. Flogfarið fór avstað aftur til vanliga tíð, sigur Jóhanna á Bergi.
Sum skilst er sannlíkt, at hvørt flogfar verður rakt av snarljósi millum eina ferð um árið og triðja hvørt ár.