"Snar - The Faroe Dog" er nýtt føroyskt spæl til teldil og telefon

Nú ber til at spæla eitt nýtt føroyskt spæl á telefon ella teldli. Í spælinum "Snar - The Faroe Dog" skal seyðahundurin Snar reka seyð í føroysku náttúruni - vælkend ting úr náttúruni eru við til at yvirraska spælaran, sum til dømis vindur og harur, greiður toymið Faroe Games frá.

 

 

Tað er Faroe Games, sum hevur ment og útgivið spælið. Toymið í Faroe Games hevur arbeitt við at spælinum í tvey ár. Fleiri spøl eru ávegis frá Faroe Games.

 

 

Grundarlagið undir Faroe Games er at menna klassisk, barnavinarlig spøl, sum ikki hava lýsingar men hava gott "gameplay".  Spølini eru føroysk, og hava við føroyska mentan og náttúru at gera. Hetta er millum annað fjøll, fisk, seyðahald, fuglaveiða og eggjaræning.

 

 

Í fyrstu syftu verður spælið gjørt til IOS (iPad, iPhone), hareftir Android (Google Play) og møguliga til onnur forrit.

 

 

Spælið kann heintast her:

https://appsto.re/dk/JK93fb.i

 

  

Faroe Games eru:

KT-mennari: Lasse Carlsen, Tróngisvágur

Forritari: Kennet Bonnicksen, Tróngisvágur

Grafikari: Thomas Jacobsen, Kollafjørður