FRAMLEIÐSLA
Snældan á Strondum er einasta spinnarí í Føroyum, sum er virkið í dag. Felagið keypir ikki tógv úr útlandinum til at selja útaftur, men virkar alt tógvið á Strondum. Hinvegin keypir Snældan ull heim til virkingar í Føroyum, og tað hevur felagið gjørt í nógv ár.
Stjórin, Karl Jóhan Olsen, sigur, at tey soleiðis keypa ull av Falklandsoyggjunum umvegis Bretland, og nakað verður so eisini keypt av føroyskari ull.
Ull er ymisk
Óteljandi ferðir hevur verið frammi, at so nógvur broddur er í føroyskari ull, meðan ullin, sum Snældan í mong ár hevur keypt av Falklandsoyggjunum, er fínari og mjúkari.
- Vit framleiða alt tógvið sjálvi, sum vit selja. Skipstroyggjutógvið er rein føroysk ull, og tað er ikki ókent, at summi halda hetta tógvið vera nokso hvast.
Stjórin á Snælduni hevur ikki hug at gera seg klókan upp á, hvør ítøkiligi munurin er á føroysku ullini og eitt nú ullini av Falklandsoyggjunum.
- Vit plaga at siga, at føroyskur seyður hevur tað, vit rópa tvíull. Ytst er broddurin, sum vit kunnu siga er ein vatnavvísari – og innari hin bleyta ullin, sum liggur inn at skinninum og hevur til endamáls at halda seyðin heitan, sigur Karl Jóhan.
Umhugsa bygging
Stjórin á Snælduni sigur, at tey hava hugsað um at veksa um fyritøkuna við einum bygningi upp á einar 400-500 fermetrar, soleiðis at møguleikar kundu verið fyri eini spunaskipan aftrat.
- Vit hava bara eina spunaskipan – frá a til z - á virkinum í dag, og tí tekur tað langa tíð, áðrenn vit koma runt við at spinna fleiri litir av tógvi. Vit kundu soleiðis hugsað okkum eina skipan aftrat.
Karl Jóhan vísir á, at tann eini bygningurin hjá Snælduni liggur nokso tætt upp at vegnum, men tað, sum felagið hevði ætlanir um, var at byggja hinumegin húsið og burtur frá vegnum.
- Men Landsverk sigur kortanei. Teir ímynda sær, at tá undirsjóvartunnilin kemur upp sunnanfyri okkum, verður ein 3-sporaður vegur lagdur fram við virkinum hjá okkum. Tá verður neyðugt at taka nevnda bygning niður – og fyri at umgangast at skula taka ein nýggjan bygning niður eisini, vil Landsverk ikki lata okkum byggja, sigur hann.
Áhugin veksur
Karl Jóhan sigur seg hava merkt sær, at áhugin fyri Snældu-tógvi í útlandinum er veksandi, men felagið hevur líka sum ikki framleiðsluorku til at gera meiri við hetta undir verandi umstøðum.
- Ein veksandi eftirspurningur merkist eisini millum útlendsku ferðafólkini, sum vitja í Føroyum, og eg vil siga, at vit selja nokso nógv til útlendsku gestirnar, sigur stjórin á Snælduni, Karl Jóhan Olsen.