Katrin Dahl Jakobsen úr Javnaðarflokkinum heldur, at lítil vón er at hóma í arbeiðsósemjuni, ið hevur lagt fólkaskúlan nærum lamnan í 4 vikur.
Hon heldur vera løgið, at nýggi landsstýrismaðurin í undirvísingarmálum ikki vil hitta Føroya Lærarafelag.
- Slíkt kann ikki góðtakast. Støðan, sum er nú, átti ikki at komið fyri. Hetta er skomm. Hetta er úrslit av, at ein ikki í sínari tíð fyrireikaði seg, sigur Katrin Dahl Jakobsen.
- Nýggja fólkaskúlalógin er bert smyrsl, sminka, um lógin ikki virkar, vísir Katrin Dahl Jakobsen á.
Hon vísir á avtaluna millum partarnar, tá teir í fjør heyst samráddust. Tá skuldu trupulleikarnir takast upp aftur við samráðingarborðið nú.
- Hetta er ikki bert ein lønarspurningur, sum tað verður gjørt til. At myndugleikarnir soleiðis ger hetta til ein lønarspurning er at slá hondina av Føroya Lærarafelag, sigur Katrin Dahl Jakobsen.
Hon sigur, at Føroya Lærarafelag hevur víst vilja og sagt seg til reiðar at virka við til, at lógin kann setast í gildi stigvíst.
Katrin Dahl Jakobsen hevur hug at fílast á, at so nógv verður tosað um, at lógin er so dýr. Hon hevur hug at spyrja, um tað ger nakað, at vit hava ein dýran fólkaskúla.
Hon er greið yvir, at sjálvsagt skal skúlin ikki kosta órímiliga nógv, men Katrin Dahl Jakobsen vísir á, at tað er mangt annað í samfelagnum, ið kundi verið bíligari.