Smyril steðgaði upp uttanfyri Sandoynna

Smyril fekk seinnapartin sonevnt black-out á veg norður úr Suðroynni og lá stillur uttanfyri Skálavík í góðar fimm minuttir. Eingin vandi var á ferð, tí veðrið er gott, og skipið var langt úr landi Nakað eftir klokkan hálvgum fýra fekk strandfaraskipið Smyril sonevnt black-out uttanfyri Sandoynna. Streymurin fór, og maskinurnar steðgaðu. Streymurin kom aftur beinanvegin, og eftir einar fimm minuttir fóru maskinurnar í gongd aftur.

Skiparin boðaði ferðafólkinum frá, at talan var um eitt sonevnt black-out, men at eingin vandi var á ferð.

- Veðrið er gott, og skipið er langt úr landi, segði skiparin í hátalarunum.

Hann roknaði við, at maskinurnar fóru í gongd aftur innan stutta tíð. Og rætt fekk hann. Steðgurin uttanfyri Sandoynna gjørdist góðar fimm minnutir langur, og Smyril setti so kós ímóti Havnini aftur.