Smyril slapp ikki frá bryggju

Smyril slapp ikki frá bryggju í Havn í morgun. Nærri boð verða givin á miðdegi Tey havnarfólk, sum eru á fótum í morgun, hava óivað varnast, at strandfaraskipið Smyril, liggur enn við bryggju í Havn, hóast hann átti at verið farin til Suðuroyar klokkan 9.30

Orsøkin til tað er, at tað er so nógvur vindur í Havn í morgun, at hann slapp ikki frá bryggju í Havn.

Havnarskrivstovna sigur, at hann er 15-28 metrar um sekundið og tá ið ættin harafturat er útsynningur og sostatt liggur beint inn á molan, var vónleyst hjá Smyrli at sleppa frá bryggju.

Men nú er hann farin at hækka og tey vænta nógv betri líkindi seinni. Longu nú er hann so smátt við at koma upp í útsynning vestan.

Á miðdegi kemur Strandferðslan við nærri boðum um ferðaætlanina hjá Smyrli tað, ið eftir er av degnum.