Vágbingar umborð á 6-mannafarinum Smyrli vóru aftur stinnastir, tá ið tað í kvøld varð kappast í Hvalvík.
Tað var ógvuliga tætt og spennandi. Leingi stóð kappingin millum tríggjar bátar – Páll Fanga, Smyril og Hvessing sum eina løtu var fremstur.
Tá ið mest ráddi um, stóð kappingin um fremsta plássið millum Hvessing og Smyril. Ta kappingina vóru teir í Vági drúgastir í.
Líkindini at rógva kapp eru góð, og tað eru góðar fyritreytir at seta met, nú tað er eitt lot undan. Í kvøld setti Smyril met. Jarnbardur setti met í Hvalvík í 2013, men tíðin hjá Smyrli var fýra sekund betri, enn hon fyri trimum árum síðani var hjá Jarnbardi, og eisini Hvessingur og Páll Fangi róðu í kvøld skjótari, enn Jarnbardur megnaði fyri trimum árum síðani.
Smyril 4.47.15
Hvessingur 4.47.23
Páll Fangi 4.50.12
Fortuna
Gongurólvur










