Smyril seinkaður tveir tímar

Hann loysti í Havn fyri einum hálvum tíma síðani

Smyril er nú farin aftur í sigling, eftir hann hevur við tekniskum breki í Havn í tveir tímar.

 

Tá ið Smyril skuldi fara av Havnini klokkan 13, fingu teir ikki gongd í motorarnar og tað vísti seg, at tað var ein lektromotorur til eina oljupumpu til motorarnar, sum var farin, sigur Jóan Petur Abrahamsen, rakstrarleiðari hjá Strandferðsluni.

 

Hann er nú skiftur og Smyril loysti í Havn klokkan 15, tveir tímar seinkaður.

 

Hetta ávirkar eisini siglingina tað, ið eftir er av degnum, tí nú siglur hann norður aftur av Krambatanga klokkan 17.30, tveir tímar seinkaður, og suður aftur av Havnini klokkan 20, hálvan annan tíma seinkaður. Í morgin verður so aftur siglt sum vant, sigur Strandferðslan.