Smyril eigur at hava ein eyka motor niðurfyri.
Tað heldur Hendrik Old, tingmaður fyri Javnaðarflokkin.
Løgtingið hevur samtykt at játta Strandferðsluni eykajáttan at skifta motorin fyri, sum brotnaði fyrr í ár.
Men Hendrik Old heldur, at tað er illgrunasamt, at ein motorur er farin í knús eftir bara átta árum og tí stúrir hann fyri, at ein annar motorur afturat kann fara, nær tað skal vera.
Tú heldur hann, at landsstýrið eigur at umhugsa at útvega Smyrli ein motor afturat at hava standandi niðurfyri, so at tað ber til at skifta motor skjótt og væl.
Han sipar til, at nú eru fleiri mánaðir síðani, at Smyril misti ein motor, men at hann verður ikki skiftur fyrrenn um mánaðarskiftið januar-februar.
Fleiri limir í løgtinginum undrast eisini á, at Smyril ikki brúkar aðrar havnir, tá ið tað ikki er ráðiligt at fara inn um molan í Havn, nú hann hevur mist ein motor.
Serliga vísti Hendrik Old á, at fyrr legði Smyril at ytst á Molanum og tað heldur hann mátti vera sjálvsagt, tí so slepst undan at venda inni í hylinum.
Men Conrad Gaard Joensen, rakstrarleiðari á Strandferðsluni, sigur, at fendararnir ytst á molandum passa ikki til Smyril og tí er hetta bara ein loysn, sum kann brúkast í góðveðri, ikki í illveðri og nógvum vindi.
hann heldur eisini, at tað er púra av tilvild, at motorurin brotnaði nú.
- Slíkt er ikki óvanligt. Summir motorar halda í 30 ár, aðrir í átta-tíggju ár og tað er ikki til at verja seg fyri, sigur hann.