Vágaportalurin skrivar í dag, at leiðslan í Smyril Line hevur verið á kanningarferð í Hirtshals, og at tað er stórur møguleiki fyri, at Hirtshals verður framtíðarhavn hjá Norrønu í Danmark. Tað er serliga umstøðurnar til ferðafólkini í Esbjerg, sum Smyril Line ikki metir er nøktandi, og tí hyggur felagið eftir øðrum møguleikum.
Rúni Vang Poulsen, stjóri, hevði ikki stórvegis viðmerkingar til málið, tá Rás2 ringdi til hansara fyri løtu síðan. Hann sigur, at felagið vil altíð menna seg, men hann vil einki siga um, at Hirtshals er við í hesum ætlanunum.










