Smyril Line sett sølu- og marknaðarstjóra

Leiðslan í Smyril Line hevur sett Niels Kreutzmann, marknaðarstjóra í Bornholms Trafikken, í nýstovnaða starvið sum deildarstjóri fyri øllum ferðafólkavirkseminum hjá felagnum

Niels Kreutzmann er 38 ár, útbúgvin cand.merc. og hevur drúgvar royndir innan ferðavinnu. Hann tekur við nýggja starvinum 1. mars
Sølu- og marknaðarstjórin, ið fer til verka í nýstovnaðum starvi í Smyril Line 1. mars, hevur drúgvar royndir innan ferðavinnu.
Niels Kreutzmann, sum er settur í starvið, er 38 ár og hevur síðani august í 2000 verið marknaðarstjóri í Bornholms Trafikken. Hann var marknaðarstjóri í Grønlandsfly í trý ár, har hann starvaðist í tilsamans 13 ár, áðrenn hann fór í starv hjá Bornholms Trafikken. Niels Kreutzmann hevur sitið í ovasta leiðslubólkinum í báðum feløgum og hevur tilsamans sjey ára royndir sum marknaðarstjóri innan skipa- og flogferðslu.
Komandi sølu- og marknaðarstjórin í Smyril Line er útbúgvin cand.merc. í marknaðarføring, strategiskari ráðlegging og ferðavinnubúskapi.
Niels Kreutzmann, sum er uppvaksin í Nuuk, hevur føroyska konu og hevur verið nógv í Føroyum bæði privat og í ferðavinnuhøpi, haðani hann eisini hevur góðan kunnleika um ferðavinnuna í Norðuratlantshavi.
Nevndin í Smyril Line samtykti í november í fjør at søkja eftir einum sølu- og marknaðarstjóra við altjóða royndum og hollari útbúgving á økinum eftir tilmælum í eini eftirmeting av søluni og marknaðarføringini hjá felagnum, sum norðurlendska ráðgevandi fyritøkan, Ementor, og føroyska, Fjølmiðlaráðgevingin, gjørdu.