- Vit noyðast at hava lønandi rakstur í Smyril Line. Tí er hetta eitt neyðugt tiltak.
Leiðslan í Smyril Line er í dag í Hetlandi í meiri ófrættakendum ørindum.
Ørindini eru at lata skrivstovufelagsins í grannalandinum fyri sunnan aftur.
Tey trý starvsfólkini á skrivstovuni fingu á miðdegi í dag at vita, at skrivstovan hjá Smyril Line í Hetlandi verður stongd og at tey kunnu væntast at verða søgd upp, eydnast tað ikki at finna teimum annað starv í fyritøkuni.
Samstundis skal ein umboðsmaður røkja áhugamálini hjá felagnum Sí Hetlandi.
- Vit noyðast at hyggja eftir, hvat siglingin hjá Norrønu kastar av sær á teimum ymsu rutunum og vit noyðast at hyggja eftir, hvat tær ymsu skrivstovurnar kasta av sær, sigur Tummas Magnussen, stjóri í Smyri Line
Og tað, sum ikki kastar nakað av sær, mugu vit skera burtur og arbeiðið at fáa lønandi rakstur í felagið, gongur rættiliga væl, leggur hann afturat.
Smyril Line hevur langt síðani staðfest, at siglingin til og úr Hetlandi gevur hall og tað hevur felagið tikið avleiðingarnar av og hava gjørt av at halda uppat við hetlandssiglingini.
Men tað er eisini staðfest, at skrivstovan í Hetlandi gevur eisini hall, tí tey selja so fáar ferðaseðlar og tað taka tey avleiðingarnar av í dag og tí verður hon latin aftur nú.
- Tað loysir seg ikki at hava skrivstovu í Hetlandi, so einfalt er tað, sigur stjórin í felagnum.
Samstundis verður siglingin til og úr Hetlandi minkað nógv komandi ár so tað er onki grundarlag fyri at hava skrivstovu har.
Ein onnur orsøk til skrivstovan verður afturlatin, er, at Smyril Line ikki kann rokna við at fáa eina fíggjarliga veiting, ið skuldi brúkast til raksturin av skrivstovuni í Hetlandi. Talan er um eina veiting frá Shetland Development Trust, ið felagið hevði roknað við, men sum kortini ikki er útgoldin, tí er sáddur ivi um tað er í stríð við EU-lóggávu
Góða móttøku í Skotlandi
- Sum tað sær út í løtuni, verður hetta seinasta árið, vit sigla til og úr Hetlandi, sigur stjórin.
Men tað merkir ikki at Smyril Line sleppur bretska marknaðinum.
- Tað gera vit ikki, Tvørturímóti ætla vit at styrkja bretska marknaðin við at sigla til og úr Scrabster í Skotlandi í 10 vikur í komandi summar ístaðin.
Hann sigur, at ætlanin at sigla til og úr Scrabster í Skotlandi hevur fingið rættiliga góða móttøku, so tað sær út til at vera eitt rætt stig at taka.
Í løtuni eru tey í ferð við at prenta ein faldara á níggju málum, sum kemur út í 500.000 eintøkum um alt Evropa.
- Tað verður ein týðandi táttur í at selja Smyril Line í Evropa.
Enn eru tey ikki farin at selja ferðaseðlar til og úr Skotlandi, men ferðavinnan sjálv hevur tikið væl undir við ætlanini og er farin at marknaðarføra siglingina.
Men fyribils liggur onki í kortunum um at Smyril Line skal lata skrivstovu upp í Skotlandi, sigur Tummas Magnussen.