Smyril Line økir nú um flotan. Tey hava nevniliga keypt eitt farmaskip, frá finska reiðarínum Bore. Skipið fær navnið, Mykinens og er bygt í 1996, á UMOE Sterkoder skipasmiðjuni í Noregi.
Skipið er 138,5 metrar langt og 22,6 metrar breitt og Smyril Line yvirtekur tað ummánaðarskiftið mars, aprí og tá hevur Smyril Line fýra skip í flotanum: Mykines, Norrøna, Eystnes, og Hvítanes.
Smyril Line sigur, at ætlanin er at stovna eina nýggja farmaleið millum Thorlakshøfn á vestursíðuni í Íslandi, einar 35 minuttir úr Reykjavík, Rotterdam í Niðurlondum og Føroyar.
– Hendan farleiðin hevur við sær, at føroyskir innflytarar fáa eina nýggja faraleið til Føroya, mitt í viku, beinleiðis úr Rotterdam, sigur Smyril Line.
Harumframt fáa føroyskar útflutningsfyritøkur ein nýggjan møguleika at flyta farm beinleiðis niður til Rotterdam, ið hevur har tað liggur væl fyri at røkka marknaðum, bæði nær og fjar.
– Nýggja farleiðin millum Rotterdam, Tórshavn og Thorlakshøfn gevur íslendskum inn- og útflytarum sera góðar transittíðir, samstundis sum íslendingar eisini fáa eina RoRo farleið til og frá Reykjavíkar økinum, sigur Smyril Line.
– Víðkaða rutunetið gevur eisini aðrar nýggjar møguleikar. Eitt nú fáa vit knýtt Russland, Baltalond og Danmark upp í Reykjavíkar økið, samstundis sum Eysturísland og Føroyar verða knýtt at niðurlondum og Miðevropa.
Ætlanin er at nýggja farmaskipið skal sigla soleiðis at tað verður í Thorlakshøfn fríggjadag, í Rotterdam mánadag og í Tórshavn mikudag, sigur Smyril Line.
– Við nýggja farmaskipinum styrkir Smyril Line munandi um støðuna, sum einasti RoRo flutningsveitari í Norðuratlants Havinum, leggja tey afturat.
Nýggja farmaskipið siglir í løtuni undir finskum flaggi við finskari manning, manningin telur íalt 24 mans. Smyril Line fer at skráseta skipið í føroysku altjóða skipaskránni FAS- og mannað skipið við føroyingum.