Smyril Line fekk Kærleikskúluna

Á hátíðarløtu í Listaskálanum í morgun varð avdúkað, hvat listarfólk hevur gjørt Kærleikskúluna hjá Dugna í ár, og hvør fekk heiðurin at ogna sær kúluna.

Á hátíðarløtu í Listaskálanum í Havn í morgun varð avdúkað, hvat listarfólk hevur gjørt Kærleikskúluna hjá Dugna í ár, og hvør fekk heiðurin at ogna sær kúluna.

 

Listafólkið er Astri Luihn, og hon hevur teknað lomvigur á rókum, sum fevna runt um kúluna. Astri vísti á, at hóast lomvigin kann hava trupult við at koma á veingirnar, tí hon ikki dugir best at flúgva, letur hon seg kortini stoyta út av eggini.

 

- Lomvigin trýr soleiðis upp á teir førleikar, hon hevur, segði listarkvinnan, sum legði aftrat, at tað var ein stórur heiður fyri hana at sleppa at mynda Kærleikskúluna.

 

Tað var Smyril Line, sum fekk heiðurin at ogna sær Kærleikskúluna í ár, og tað var Ása Olsen vegna stýrið fyri Dugna sum handaði Martini Dam Joensen, søluleiðara hjá Smyril Line í Føroyum, kúluna.

 

Ása Olsen segði, at hetta er fyrstu ferð, at Kærleikskúlan verður latin einum stovni, og hon duldi ikki fyri, at Smyril Line hevur gingið undan, tá ræður um at gera umstøðurnar hjá fólki við skerdum førleikum betri.

 

Við hátíðarløtuna í morgun varð upplýst, at fylgjarakortið, sum Smyril Line letur, hevur havt stóran týdning fyri fólk við skerdum førleikum og teirra familjum.

 

- Fólk, sum bera brek, hava eftir skipanini rætt til at hava fylgjara við sær - uttan at rinda fyri ferðina, og tá er tað líkamikið, antin talan er um likamlig ella sálarlig brek.

 

Upplýst varð við hátíðarløtuna í morgun, at síðan januar 2015 hava umleið 100 fylgjarar ferðast ókeypis við Norrønu.

 

- Dugni fegnast um at lata Smyril Line hesa viðurkenning, segði Ása Olsen.

 

Seinni fara vit at venda aftur til tøkkina, sum Martin Dam Joensen hjá Smyril Line bar fram við hátíðarløtuna.