Smyril lagdur í kvøld

Aftur í dag tarnar veðrið samferðsluni

 

Tað er aftur av mesta vindi í dag, og tað tarnar aftur samferðsluni.

 

Í hesum sambandi er Smyril lagdur fyri dagin, og sostatt siglur hann ikki ætlaða túrin av Krambanga klokkan 18.30 í kvøld, og suður aftur klokkan 21.15.

 

Landsverk sigur, at á Gjáarskarði er hann yvir 40 metrar um sekundið, á Høgareyni, og fleiri staðni í Suðuroy, er omanfyri 30 metrar um sekundið og heilt nógvastaðni er upp ímóti 30 metrar um sekundið.