Suðuroyarsiglingin
Tey, sum hava brúk fyri at ferðast ímillum Havnina og Suðuroyar, mugu taka til takkar við estlendsku ferjuna, Scaniu í eina heila viku afturat.
Tað verður nevniliga ikki, fyrrenn næsta fríggjadag, at Smyril verður liðugur í dokkini á Skála og kanna taka siglingina um Suðuroyarfjørð uppaftur.
Magnus Magnussen, tekniskur stjóri á Strandferðsluni, sigur, at tað fer at taka nakrar dagar longri enn vænta at fáa tær umvælingar gjørdar á Smyrli, sum skuldi gerast.
Tað, sum gjørdi, at hann verður seinkaður, er, at bógskúvan mátti til Danmarkar til umvælingar.
? Hon kemur aftur til Føroya mánadagin og tað skal ganga óvanliga illa, verður Smyril ikki settur aftur í sigling fríggjadagin, sigur hann.
Men hann leggur afturat, at tá ið Smyril fer at taka siglingina uppaftur, verður tað eitt heilt annað skip, tí nógvar og stórar ábøtur eru gjørdar.
? Umframt tað sum trygdareftirlitið kravdi, er nógv gjørt umborð fyri at gera hann hugaligari hjá ferðafólki, sigur tekniski stjórin.
Eitt nú eru nýggj flúgvarasetur sett í og harumframt eru øll teppi skift út og benkur og stólar eru klødd av nýggjum o.s.fr.
Og so mugu suðuroyingar venja seg við, at Smyril hevur fingið nýggjan lit, tí nú er hann eisini málaður og hevur fingið tann nýggja, bláa litin hjá Strandferðsluni.
Sostatt eru øll skipini hjá Strandferðsluni nú blá.
Samstundis verður ferðasambandið ímillum Suðuroynna og Havnina røkt við Scaniu, sum tekur ferðafólk, persónbilar og eitt sindur av farmi og so Claire, ið siglur við farmi fýra dagar um vikuna.
Strandferðslan hevur nú sveisað festi í biladekki á Scaniu, so at hon fær tikið einar seks bingjur á vognum, so eitt sindur av farmi fær hon flutt.










