Strandfarskipið, Smyril, hevur sett ferðina niður fyri at spara olju.
Hetta staðfesti Hergeir Nielsen, løgtingsformaður og sjálvandi eisini løgtingsmaður, á tingsins røðarapalli fríggjadagin.
Sum ikki einaferð, vóru løgtingslimir endaðir í einum drúgvum orðaskifti um Strandferðsluna, túratal, skip og ferðaætlanir.
Undir tí orðaskiftinum førdi Hergeir Nielsen fram, at nú hann var komin úr Suðuroy til Havnar, hevði túrurin vart tveir tímar og eitt korter.
Tað tók hann sum prógv fyri, at Smyril hevur sett ferðina niður fyri at spara olju.
Men hetta avsannar Conrad Gaard Joensen, rakstrarleiðari hjá Strandferðsluni púra avgjørdur.
Hann sigur, at tað er rætt, at Smyril hevur siglt nakað spakuligari í tveir dagar, men at tað hevur sínar nátúrligu forkláring.
- Týsdagin varð ein motorur steðgaður, tí eitt filtur til brennievni skuldi skiftast. Av tí sama hevur Smyril siglt við trimum motorum í týsdagin og mikudagin og tað ávirkaði sjálvandi ferðina.
Men hósdagin varð motorurin startaður aftur og tá sigldi Smyril aftur við vanligari ferð.
Og Conrad Gaard Joensen sigur, at vanlig ferð er, tá ið Smyril hevur ein tíma og 55 minuttir um túrin ímillum Krambatanga á Trongisvágsfirði og Havnina og tað roynir skiparin at halda seg til.