Smyril broytta ferðaætlan mánadagin

Viðlíkahaldsarbeiði ger, at Smyril mánadagin ikki siglir eftir vanligu ferðaætlanini.

 

Strandferðslan skrivar soleiðis á ssl.fo:

 

Vegna viðlíkahaldsarbeiðið av sprinklaraskipanini á bildekkinum á Smyrli, verða túrarnir av Havnini kl. 08:45 og av Krambatanga kl. 11:30, mánadagin 17. januar, ikki sigldir.

 

Siglt verður av Krambatanga kl. 06:00 og kl. 18:45, og av Havnini kl. 16:00 og 21:15.