Smyril bakkar – ein tíma fram

Strandferðslan hevur eftir áheitan frá eitt nú Róðrarsambandi Føroya, valt at framskunda fráferðina leygarkvøldiðið av Drelnesi ein tíma fram – til klokkan 22:30.

Tað kom annars illa við hjá fleiri kappróðrarmanningum, tá tað fyri viku síðan gekk upp fyri teimum, at fráferðin sum vanligt hevur verið beint eftir kappróðurin á jóansøku, fyri mánaði síðani varð flutt til klokkan 23.30.

Hetta gjørdi Strandferðslan eftir áheitarnir frá fyriskiparunum av jóansøkuni og fólki, sum metti at fráferðin var ov tíðliga.

Hetta merkir, at Smyril kemur til Havnar klokkan 01:30 náttina til sunnudagin.

Tað mettu fleiri verða ov seint fyri eitt nú børnini, sum skulu rógva barnaróður.

Á Strandferðsluni hava tey tikið áheitanar til eftirtektar og framskundað fráferðina til klokkan 22:30.

- Vit hava í fleiri ár fingið áheitanir frá fólki og fyriskiparum um, at fráferðin úr Suðri er ov tíðliga. Hetta tí fólk ikki hava stundir at eitt nú vitja fólk og annað eftir kappróðurin. Vit hava í ár valt at eftirlíka hesum áheitanum, sigur Joan B. Poulsen, samferðsluleiðari á Strandferðsluni.

Strandferðlsan royndi seg í 2006 við einum túri klokkan 19.00 og einum klokkan 01.00 úr Suðri, men grundarlag er ikki fyri at gera tað, metir Strandferðslan.

- Tað er ikki óvanligt, at vit gera broytingar í samband við stevnur og onnur stór tiltøk. Hvørja ferð gera vit so eina eftirmeting. Nú hava vit valt hesa loysnina í ár, og hon verður eisini eftimett, og so taka vit støðu út frá tí til komandi ár, sigur Joan B. Poulsen.

Í Suðri eru tey mangan í eini líknandi støðu, tá ítróttarfólk skulu hinvegin. Tá verður mangan gist í Havn, tí báturin er farin og tað hava tey eisini givið til kennar á ymsum kjaksíðum.

-- Vit royna at veita eina so góða tænastu, sum vit kunnu, men tað er torført at eftirlíka ynskinum hjá øllum, sigur Joan B. Poulsen at enda.