Smyril avlýsir tveir túrar í morgin

Vegna vánaliga veðurforsøgn avlýsir Strandferðslan tveir túrar

Veðrið darvar enn einaferð siglingini hjá Smyrli, eins og tað hevur gjørt um vikuskiftið. Hetta hevur fingið Strandferðsluna til at gera nakrar broytingar í ferðaætlanini, soleiðis at tveir túrar í morgin, 18. desember, verða avlýstir vegna vánaliga veðurforsøgn.

 

Fýra túrar eru vanliga á skrá hjá Smyrli týsdagar, men túrarnir úr Tórshavn klokkan 13 og av Krambatanga klokkan 15:30 verða ikki sigldir í morgin. Annars siglir Smyril sum vant av Krambatanga klokkan 07 um morgunin og av Havnini klokkan 18:30, og Strandferðslan hevur ikki boðað frá øðrum seinkingum ella avlýsingum.