Smyril hevur aftur tekniskar trupulleikar í dag.
Hann fór av Krambatanga klokkan 16 í dag, men komin nakað út um Trongisvágsfjørð, vendi hann við, tí hann hevði tekniskar trupulleikar.
Sostatt var hann á veg aftur á Krambatanga. Ferðafólk fingu at vita, at talan er um álvarsligar trupulleikar, men tað hevur ikki at fáa fatur á Strandferðsluni.
Men trupulleikin er eftir øllum at døma loystur, tí nú vendi Smyril við aftur, er aftur á veg til Havnar, men enn er óvist, hvussu verður við ferðaætlanini restina av degnum.
Í farnu viku lá hann eisini við tekniskum trupulleikum og tað ávirkaði ferðaætlanina í tveir dagar.