Smyril aftur í Føroyum mánamorgunin

Tað hevur gingið væl at gera ábøturnar á Smyrli og í kvøld í dag loysir hann aftur úr Svøríki

Tað hevur gingið sum eftir ánni at gera tær ábøtur á Smyril, sum skuldi gerast.

Sostatt er eisini greitt, at tíðarætlanin fer at halda.

Tað merkir, at Smyril fer úr aftur Svøríki í kvøld, fríggjakvøldið og Regin Vágadal, stjóri á Strandferðsluni, sigur, at hann verður í Føroyum mánamorgun.

Á veg til Føroyar skal hann til Hanstholm eftir farmi fyri Smyril Line, nú Norrøna er farin í dokk.

Men hetta er ikki nakað, sum seinkar Smyrli nakað serligt, ikki meiri enn einar átta tímar, ella gott tað, heldur stjórin á Strandferðsluni.

Sostatt verður Smyril í Havn mánamorgunin og so tekur tað ein dag at gera hann kláran at seta aftur í sigling ímillum Havnina og Suðuroy

Sostatt verður hann settur í vanliga rutusigling týsdagin.