Smuglaðu tvey kilo av hassji við Norrønu

Sunnukvøldið legði tollvaldið hald á tvey kilo av hassji.

Tá Norrøna var á Havnini sunnukvøldið úr Danmark, fann tollvaldið tvey kilo av hassji, sum nøkur fólk royndu at smugla í land av Norrønu. 

 

Tað upplýsir Taks.

Málið varð latið løgregluni, og í gjár var ein persónur dømdur at sita í fýra mánaðir.