Tveir mans, fyrst í tjúgunum, eru nú dømdir fyri at hava smuglað sløk fimm kilo av hassji til Føroya.
Annar maðurin, ein dani, kom til Føroya í bili við Norrønu, har hann hevði krógvað 4.960,6 gramm af hassji undir setrunum á bilinum.
Komin til Føroya, varð koyrt inn í Eysturoy, á krossin á Skipanesi, har hann læt bilin upp í hendurnar á einum føroyingi sum síðani fór á verkstað við bilinum, tók setrini úr bilinum, fekk hassið til høldar, og settu setrini í aftur bilin.
Men tað, teir ikki vistu av, var, at løgreglan hevði fingið frænir av, hvat teir høvdust at og sostatt eygleiddi løgreglan teir í loyndum. Tískil vórðu teir tiknir og ákærdir fyri at hava staðið fyri smuglingini í felag.
Maðurin, sum kom við Norrønu, hevur játtað seg sekan í at smugla, men hann segði, at hann hevði verið einsamallur um tað.
Maðurin, sum fekk til uppgávu at fáa hassjið úr bilinum, vildi bara játta seg sekan í at hava fingið hassjið úr bilinum og hann vildi sostatt ikki vera við, at hann átti nakran lut í smuglingini annars.
Báðir menninir eru tvær ferðir áður dømdir at sita og hava fingið bót fyri brot á lógina um rúsevni.
Og nú teir aftur vórðu førdir fyri rættin, legði dómarin dent á, at teir báðir vórðu revsaðir fyrr. Dentur varð eisini lagdur á, at talan var um eina stóra nøgd av hassji og at smuglingin varð væl løgd til rættis.
Eitt nú høvdu teir báðir eina app á telefonimi so at at teir kunnu senda bronglað boð ímillum sín. Hetta er ein app, sum er vanlig at brúka hjá fólki, sum fáast við rúsevni. Og kanningar hjá løgregluni vístu, at báðir menninir høvdu drúkt appina ofta í hesum tíðarskeiðnum, teir smuglaðu hassjið til Føroya.
Teir hava ikki viljað upplýst, hvat ætlanin var at gera við hassjið, men annar av teimum hevur kortini váttað, at teir skuldu ikki hava tað sjálvir.
Tískil varð annar maðurin dømdur at sita í 10 mánaðir, og hin varð dømdur at sita í 11 mánaðir og somuleiðis er hald bæði lat á rúsevnini og á bilin.