Smuglaðu 43 kilo av rúsevnum við Norrønu

Ein týskari og ein rúmeni eru skuldsettir fyri at hava roynt at smugla 43 kilo av rúsevnum til Íslands við Norrønu.

Ein týskari og ein rúmeni eru skuldsettir fyri at hava smuglað 43 kilo av rúsevnum til Íslands við Norrønu. Tað skrivar íslendska kringvarpið RUV.

Sambært ákæruritinum royndi teir báðir 1. august í ár at smugla 38 kilo av amfetamin og fimm kilo av kokain við Norrønu. Ólógligu evnini høvdu teir fingið hendur á í Týsklandi. Rúsevnini vóru goymd í viðførisrúminum í einum Austin Mini Cooper.

Sambært RUV er talan um eina ta størstu mongdina av rúsevnum, ið íslendskir myndugleikar hava lagt hald á.

Málið bleiv alment kent í Íslandi fyrradagin, tá ákæruvaldið longdu um varðhaldsfongslingina hjá teimum báðu skuldsettu.