Tað stendur á jøvnum 1-1 millum H71 og VÍF í FM-hálvfinaluuppgerðunum í SMS-deildini.
Rannvá Olsen hjá VÍF skoraði sigursmálið til 20-19 móti H71 í allarseinasta sekundunum í aðru hálvfinaluni í Hoyvíkshøllini, og so kundu vestmenningar stórfegnast. Triðja og avgerandi FM-hálvfinalan verður leikt í somu høll hóskvøldið klokkan 18.
Talan var um ein málfátækan dyst, har VÍF var á odda 14-9 í steðginum. VÍF tapti seinna hálvleik 6-10, men tað rakk til ein sigur.
Toppskjúttar H71: Karin Egholm 5, Anna Elisabeth H. Weyhe 4, Elsa Egholm 3.
Toppskjúttar VÍF: Mille Dahl 6, Fríða Nolsøe Olsen 4, Rannvá Olsen 4.
HER ber til frá HSF at síggja dómaraseðilin frá 2. hálvfinaluni:
##med2##