? Vit hava tosað um hetta í longri tíð, og vit hava fingið nógvar áheitanir frá viðskiftafólki um at seta í gildi ein roykipolitikk, sigur Rógvin Róin, marknaðarleiðari í SMS.
Hann leggur dent á, at hetta ikki er fyri at stoyta nakran, men fyri at fáa eitt reinari og sunnari umhvørvi. ? Sum fremsta handilsfyritøka er tað eisini ein skylda hjá okkum, sigur Rógvi Róin.
Fyribils verður bert loyvt at roykja í Perluni, men tá Burger King, Sunset Boulevard og nýggja Perlan lata upp 9. oktober verður bert loyvt at roykja í ávístum støðum har.










