Sms-boð til Fiskiveiðieftirlitið

Hin 1. juli 2012 - tað er sunnudagin - kemur kunngerð nr. 67 frá 16. mai 2012 um landingar og avreiðingar av fiski og fiskavørum í gildi.

Í hesum sambandi hevur Fiskiveiðieftirlitið ment eina skipan, soleiðis at til ber at senda Sms-boð til eftirlitið fyri at boða frá, hvør, hvar og nær landað verður.

- Tíverri er skipanin við at senda um heimasíðuna okkara - fve.fo - ikki liðug enn, men vónandi gongur ikki ov long tíð, til hendan skipan virkar.

Á síni heimasíðu leggur Fiskiveiðieftirlitið aftrat, at til ber at fara undir “Fráboðan” og velja “Fráboðan um landing” fyri at síggja framferðarháttin, tá boðað verður frá við Sms-boðum.

Fiskiveiðieftirlitið vísir annars á síni heimasíðu til nevndu kunngerð, sum altso kemur í gildi sunnudagin hin 1. juli 2012.