Av teimum 28 smittaðu við koronu í gjár, vóru:
10 í Eysturoy
7 í Suðurstreymoy
5 í Norðurstreymoy
4 í Norðoyggjum
2 í Vágum
Hyggja vit eftir aldursbýtinum, so er tann størsti parturin av teimum smittaðu, 11 í tali, børn millum 0 og 11 ár.
Næststørsti aldursbólkurin eru tey millum 25 og 49 ár, sum vóru 10 í tali.
##med2##
4 eru millum 12 og 24 ár, 2 vóru millum 50 gop 64 ár og 1 millum 65 og 79 ár.
Men vit kunnu ugga okkum við, at talið av smittaðum í gjár, 28, var munandi lægri enn miðaltalið seinasta mánaðin. Burtursæð frá sunnudagin og fríggjadagin, tá talið báðar dagar var 26, so hevur talið ikki verið lægri síðani 20. oktober. Men talið av smittaðum tilsamans er enn rættilga høgt. Sambært tølunum í dag eru 436 fólk smittað. Hetta talið er minkað munandi seinastu dagarnar, tí 3. november var talið uppi á 773. Vit skulu aftur til 24 oktober, fyri at finna eitt tal, sum er lægri enn talið í gjár. Tí 24. oktober vóru 379 smittað.
Metið var annars 18. august í fjør, tá 147 fólk vóru smittað í senn.
So vit kunnu av sonnum staðfesta, at smittutølini er eksploderað síðani 21. oktober, tá smittutølini rættiliga tóku dik á seg – og at tey nú tykjast á veg niðuraftur.
Pál Weihe, lækni, segði við FM1 í dag, at hann væntar ikki, at sleppa undan smittuni aftur fyrr enn til várs.