Á Bramdrup skúla er ein næmingur staðfestur smittaður, og á Munkevænget skúla er eitt starvsfólk staðfest smittað.
Í báðum førum er talan um smittu við enska frábrigdinum av koronu.
Ein dagstovnur í Kolding er í løtuni eisini raktur av koronu, og her er tað eitt starvsfólk, sum hevur fingið staðfest koronu-smittu.
Dagurin í dag er fyrsti skúladagur hjá næmingum í 0.-4. flokki, eftir at eingin skúlagongd hevur verið í hálvan annan mánaða, tá jólafrítíðin er íroknað.
- Á nevndu skúlum eru tilsamans 41 næmingar og lærarar sendir heim í sóttarhald, veit Jydske Vestkysten at siga í dag.