Smittølini hækka í 48 av 50 statunum í USA

Tveir statir hava seinastu vikuna skrásett eina hækking upp á yvir 50 prosent í tali av nýggjum smittutilburðum.

 

 

USA er um at »fara um hornið« í farsóttini og kann harvið líta ímóti ljósari tíðum.

Hesin var boðskapurin hjá amerikanska forsetanum Donald Trump, tá hann á einum veljarafundi í statinum Nevada fór á pallin framman fyri 5.000 viðhaldsfólkum.

Samstundis vísa tøl, at 48 av statunum í USA seinastu vikuna hava skrásett eina hækking í smittutølunum.

Bara í Vermont og Missouri vendir kurvan rætta vegin. Tað skrivar The Guardian.

Statirnir Florida og Connecticut hava í løtuni størstu hækkingina í talinum av nýggjum smittutilburðum.

Har eru tað seinastu vikuna skrásetti ein hækking upp á 50 prosent og meira.

Í 27 øðrum statum er hækkingini millum 10 og 50 prosent.

Sambært Trump forseta er tað tó ein logisk frágreiðing upp á hækkandi smittutøl.

Í gjár greiddi hann frá í einum tweeti, at orsøkin skal finnast í títtleikanum av kanningum, sum sambært forsetanum er hægri enn í øðrum londum.

– Í USA eru fleiri smittutilburðir enn í øðrum londum – sum følsku tíðindamiðlarnir alsmant finnast at – tí vit kanna so nógv. Einki annað landi í verðin kannar so nógv, sum vit gera, skrivar hann millum annað.

Heilsumálaráðharrin hjá Donaldi Trump, Alex Azar, hevði í gjár eina aðra frágreiðing uppá, hví tað eftir øllum at døma gongur skeiva vegin við smittutølum.

– Smittutølini hækka. Tað er tí at veðrið verður kaldari, og tí halda vit ikki longur neyðugu frástøðuna, sum vit gjørdu, tá vit eru uttandura, segði Alex Azar í gjár við NBC.

/ritzau/

##med2##