Um fýratíðina í nátt fekk løgreglan boð um, at tvey fólk vóru farin til hendurs í eini bygd í Eysturoynni.
Tað byrjaði við, at ein maður hevði skumpað undir eina kvinnu, sum stóð við einum glasi í hondini. Tíverri hevði kvinnan stoytt innihaldið í glasinum oman yvir seg. Um hetta var ætlanin hjá manninum, ella tað var ósketni, sigur søgan einki um, men tað var kanska júst tað, tey fóru at keglast um.
Orð ókst av orði, og endin varð, at kvinnan smekkaði glasið í pannuna á manninum. Søgan sigur einki um, hvat mein, maðurin mundi fáa av hesum, men løgreglan varð boðsend, og vakthavandi á løgreglustøðini sigur, at kvinnan verður skuldsett fyri harðskap.