Smaragd og Safir landaðu í Klaksvík

Hesa vikuna hava nøkur skip landað í Klaksvík, og á landingarmiðstøðini hava tey soleiðis landað bæði trol-, línu-og snellufisk

Fiskivinna

Mánadagin landaðu partrolararnir Smaragd og Safir í Klaksvík. Teir høvdu 120.000 pund av upsa.
Trolbáturin Varðin og snelluskipið Havsbrún landaðu eisini í Klaksvík mánadagin. Varðin hevði umleið 10.000 pund og Havsbrún umleið 15.000 pund.
Í gjár var Ågot av Íslandsrygginum við 30.000 pundum av línufiski. Ein stórur partur av veiðini var toskur, og nakað var eisini av svartkalva.
Á landingarmiðstøðini í Klaksvík siga tey, at snelluskipið Báran hevur boðað frá landing í dag, og teir hava umleið 12.000 pund av upsa.