Hetta hevur fingið myndugleikarnar at taka stig til at breiðka henda vegin, sum einans er tríggjar metrar breiður. Í fyrstu atløgu hava teir breiðkað eitt strekki, sum er 250 metrar langt.
- Hereftir verður hetta vegastrekkið millum 5 og 6 metrar breitt, upplýsir Landsverk.
Arbeitt verður framvegis við hesi breiðkingini, men enn er ov tíðliga at siga nakað um, nær hon verður liðug. Tí, sum teir siga: - Óvist er, nær játtan fæst til asfaltering.
Kostnaðurin fyri samlaða arbeiðið er mettur til 2,3 mió kr. Í ár eru játtaðar 250.000 kr. til breiðkingina.










