Leygardagin vórðu boð eftir lækna, tá ið tey vóru á fjalli í Vágum. Brádliga small ein maður í sekstiárunum um og løgreglan sigur, at tey, sum vóru hjástødd, royndu at geva honum fyrstuhjálp, samstundis sum at ringt varð eftir hjálp.
Tyrlan varð boðsend, og løgreglan sigur, at hóast tað bara vóru 21 minuttir frá tí at tyrlan fekk boðini, til hon lendi á Landssjúkrahúsinum, stóð maðurin ikki at bjarga. Nú skal so deyðsorsøkin kannast, sigur løgreglan.