ølsmakking
Felagið skipaði fyri ølsmakking hósdagin tann 04.11.2004 fyri limum sýnum. Smakkað var upp á »Jólabryggj« frá Føroya Bjór og »Jólatrøll« frá Restorff´s.
Kartakterurin, sum givin verður, verður máldur í krússum, og verða hesi givin fyri <B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$lit, smakk, krydd, kolsyruinnihal, skúm, eftirsmakk, anga ogheildarmynd
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Jólatrøll ( Restorff´s )
Fimm krúss
Ølið er ravgult á liti, skúm sum stendur eina løtu og ølið hevur ein rímuligan anga . Ølið kundi gott havt eitt sindur meira av kolsýru ( brús ) . Malt smakkurin er góður, men nakað stuttvarandi, (kundi havt ein longri eftirsmakk ) . Ølið er vælegnað sum veitsludrykkur og aftur við løttum mati ( td. kalt borð ).
Alt í alt ein eitt sindur ov løtt/ljós øl til at vera ein <B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$»Jólaøl« . Men tó, hon smakkar væl av eini øl at vera, sum er 5,8 % vol.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Jólabryggj ( Føroya Bjór )
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Seks krúss
Ølið er karamell-litt á liti, skúm sum stendur væl og er mjúkt at drekka. Ølið sýnist gott fyri eiga og hevur ein rímuligan anga . Maltsmakkurin er góður. Ølið er nakað kryddað og hevur ein langan og kraftigan eftirsmakk . Ølið er vælegnað sum veitsludrykkur og hóskar væl til sterkan mat ( t.d. ræst kjøt )
Alt í alt ein dimm øl sum minnir um at verða ein <B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$»Jólaøl« . Men tó hon smakkar væl av eini øl at vera, sum er 5,8% vol.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Niðurstøða
Samanumtikið duga føroysku bryggjaríini væl at bryggja øl . Hvat øl er betur er jú upp til góman at avgera. Summi eru til myrkt og kryddað øl, meðan onnur eru til ljóst og lætt øl .
Ølsmakkararnir hesaferð sakna tó eina verðuliga <B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$»Jólaøl« . Eina <B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$øl, , sum minnir um jólaølina, sum bryggjaríini kunnu selja í handlunum .
Altso er uppskriftin eftir meiningini hjá <B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$ølvinum: Myrkt, søtt/kryddað, gott skúm (skal standa leingi), langan eftirsmakk, 5,8% vol.
Eftir meting limunum í <B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$ »ølvinir« burdi tað verði loyvt at bryggja sterkari øl enn 5,8 % - tí tað er ikki lætt at bryggja eina <B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$»góða øl« tá bryggjaríini skulu halda seg til eitt mark, sum er 5,8% vol.