Tvær av teimum smærru ítróttargreinunum, Judo og borðtennis, fáa nú munandi betri umstøður í Havn.
Á fundi í Tórshavnar Býráði í gjárkvøldið, varð nevniliga samtykt at geva hesum báðum ítróttargreinunum síni egnu høli at venja í.
Tað er eitt gamalt ynski hjá hesum báðum ítróttargreinunum at fáa síni egnu høli, sum støðan er nú, venja tey í fimleikarhallum kring um í býnum.
Í hesum sambandi hava Havnar Jodofelag og borðtennisfelagið, Tór, longu í 2008 heitt á býráðið um at hava tey bæði feløgini í huga, skuldi tað hent, at nakað verður gjørt við Badmintonhøllina.
Áheitanin varð endurtikin í heyst og feløgini vísa á, at tað ber til at byggja eina lon á 326 fermetrar við borðtennishøll, judohøll, felagshøli, goymslu og skrivstovu aftur at Badmintonhøllini norðanfyri.
Ein kostnaðarmeting frá 2011 sigur, at hetta fer at kosta góðar 5,6 milliónir, umframt mvg.
Býráðið staðfestir, at á íløguætlanini fyri í ár, eru sjey milliónir játtaðar til at byggja Badmintonhøllina út, so at hon eisini kann rúma judo og Borðtennis.
Feløgini hava latið býráðnum skitsutekningar og á fundi í gjárkvøldið samtykti býráðið at útvega útbjóðingartilfar og kostnaðarmeting eftir skitsutekningunum frá feløgunum, og at bjóða arbeiðið út í innbodnari lisitatión. |










