Smáar broytingar gera stóran mun

Ferðaætlanin hjá Teistanum passar illa hjá fólki, sum arbeiða

Ber tað ikki til at leggja ferðaætlanina hjá Teistanum soleiðis til rættis, at hon passar betri hjá teimum sandoyingum, sum arbeiða í Havn?

 

Tað vil Aksel V. Johannensen, tingmaður, nú hava at vita frá Johan Dahl, landsstýrismanni í vinnumálum.

 

Tingmaðurin vísir á, at nógvir sandoyingar, sum arbeiða í Havn, arbeiða á stovnum innan heilsuøkið., eldraøkið og almannaøkið, har arbeitt verður í døgnvaktum.

 

- Skalt tú sjóvegis til arbeiðis, hevur tað stóran týdning, at ferðaætlanin hjá Strandferðsluni hóskar væl saman við arbeiðstíðunum, so tær ikki nýtist at vera longur heimanífrá enn neyðugt, sigur hann.

 

Hann vísir á, at ein náttarvakt byrjar vanliga klokkan 23 á kvøldi. Men seinasti túrur hjá Teistanum úr Skopun er klokkan 22.30.

 

- Hetta merkir, at fólk, sum skulu á náttavakt,  eru akkurát ov sein til arbeiðis. Skulu tey møta til tíðina, er neyðugt at fara úr Skopun klokkan 20.15, ella einar tríggjar tímar áðrenn tey skulu møta til arbeiðis.

 

- Hevði seinasti túrur úr Skopun verið klokkan 22.15 ella 22.20 hevðð verið møguligt at tikið seinasta bátin og komið til arbeiðis rættstundis.

 

Aksel V. Johannesen vísir á, at sami trupulleiki ger seg eisini galdandi fyri tey, sum hava verið til arbeiðis í Havn á kvøldvakt.

 

- Kvøldvaktin endar vanliga klokkan 23 á kvøldi, men Teistin siglir seinasta túr av Gomlurætt klokkan 23.05.

 

- Skalt tú lukkast til bátin, mást tú fara frá arbeiði í seinasta lagi klokkan 22.45, ella umleið eitt korter áðrenn kvøldvaktin endar.

 

- Hevði Teistin siglt seinsta túrin av Gomlurætt klokkan 23.15 ístaðin, hevði hetta lætt munandi um, sigur hann.

 

Hann heldur, at smávegis broytingar í ferðaætlanini kundu uttan iva lætt munandi um hjá teimum, sum ferðast við Teistanum til og frá arbeiði.

 

Hann heldur, at sjálvandi skal Strandferðslan vera varin, tá ið ferðaætlanin verður broytt, tí ein broyting, sum er ein fyrimunur hjá summum, kann verða eitt afturstig hjá onkrum øðrum.

 

Men Aksel V. Johannesen vil eisini hava at vita frá Johan Dahl, hvussu væl Strandferðslan samskiftir við sandoyingar, áðrenn ferðaætlan verður løgd, so at hon samsvarar við tørvin hjá bæði vinnulívinum, teimum sum ferðast til arbeiðis, og sandoyingum annars.