- Hetta fer at taka grundarlagið undan teimum smáu sjúkrahúsunum.
So avgjørda støðu hava yvirlæknarnir og leiðslurnar á teimum báðum smáu sjúkrahúsinum til eina ætlan, sum landsstýrismaðurin í heilsumálum ætlar at seta í verk.
Hetta staðfesta yvirlæknarnir og leiðslurnar á Klaksvíkar- og Suðuroyar sjúkrahúsi í skrivi til Heilsumálaráðið og sum Sosialurin hevur fingið innlit í.
Tey meta, at ætlanin hjá heilsumálaráðnum er rætt og slætt ein spurningur um møguleikarnar hjá smáu sjúkrahúsunum at yvirliva.
Og umboðini fyri sjúkrahúsið í Klaksvík og í Suðuroy siga bart út, at tey vilja ikki luttaka í eini ætlan, sum fer at máa støðið undan teimum smáu sjúkrahúsinum.
Miðsavna myndugleikan
Við teirri grundgeving av samskipa serviðgerðina uttanlands og virksemið á teimum trimum sjúkrahúsunum, hevur landsstýrismaðurin í heilsumálum gjørt av, at nú skulu tað verða leiðandi yvirlæknar á Landssjúkrahúsinum, sum skulu hava ábyrgdina av allari játtanini til serviðgerð uttanlands og tað verða sostatt teir, sum gera av, hvørjir sjúklingar skulu sendast uttanlands til viðgerðar.
Játtanin til serviðger uttanlands hevur eisini fíggjað útreiðslurnar av at fáa serlæknar uttanlands heim á tey føroysku sjúkrahúsini at arbeiða.
Men nú verða tað somuleiðis yvirlæknar á landssjúkrahúsinum, sum skulu skipa hesum partinum av virkseminum, eisini fyri tey smáu sjúkrahúsini.
Tað er somuleiðis ætlanin at skipa alt virksemi, sum hevur við kanning og viðgerð í trý øki.
Tað merkir, at alt skurðøkið á teimum trimum sjúkrahúsinum verður lagt undir somu leiðslu av einum yvirlækna á Landssjúkrahúsinum. Tað sama ger seg galdandi fyri onnur øki.
Hesum greiddu vit frá í Sosialinum í gjár.
Nokta at skriva undir
Samstundis ætlar heilsumálaráðið, at tey trý sjúkrahúsini skulu skriva undir eina samstarvsavtalu.
- Hendan samstarvsavtalan er so hegniliga orðaður, at í fyrsta umfari sær hon heilt skilagóð út, sigur Jákup Petersen, yvirlækni í Klaksvík.
- Men veruliga endamálið við hesi avtaluni er at binda leiðslurnar á teimum smáu sjúkrahúsunum og at tryggja, at ætlanin at miðsavna avgerðarrættin yvir heilsuverkið á Landssjúkrahúsinum verður sett í verk.
Tað er ikki bara Jákup Petersen, sum hevur hesa áskoðan, tí allir yvirlæknarnir og øll í leiðsluni á teimum báðum smáu sjúkrahúsunum, eru púra samd við hann.
Av tí sama vilja leiðslurnar á Suðuroyar Sjúkrahúsi og Klaksvíkar sjúkrahúsið ikki skriva undir samstarvsavtaluna.
Tvørturímóti hava tey mótmælt ætlanini hjá heilsumálaráðnum.
Tey siga, at ætlanin at samskipa alla serviðgerð uttanlands á Landssjúkrahúsinum hevur hvørki verið viðgjørd í visitatiónsnevndini, ella í stjóra og strategibólkinum.
Og hóast ongin undirtøka er fyri ætlanini á teimum smáu sjúkrahúsunum, verður ætlanin sett í verk.
Leiðslurnar og yvirlæknarnir í Klaksvík og í Suðuroy spyrja speiskliga um hetta skal vera byrjanin til tað góða samstarvið ímillum tey trý sjúkrahúsini.
Niðurlagar smáu sjúkrahúsini
Tey siga, at skal alt umsitast av landssjúkrahúsinum og tað merkir, at tað neyvan fer at bera til at fáa útlendskar serlæknar á smáu sjúkrahúsini at arbeiða.
Tað kann eisini hugsast, at yvirlæknarnir á smáu sjúkrahúsunum skulu ígjøgnum yvirlæknarnar á landssjúkrahúsinum, áðrenn sjúklingar kunnu sendast uttanlands til viðgerðar.
Læknarnir og leiðslurnar á sjúkrahúsinum í Suðuroy í Klaksvík, staðfesta, at hetta er avgerandi fyri um nakir yvirlæknar fara at støðast á smærru sjúkrahúsinum.
- Sostatt máar hetta støðið undan teimum smáu sjúkrahúsunum
Og tað vilja leiðslurnar á smáu sjúkrahúsunum ikki vera við í. Tær siga eisini, at tað stríður ímóti politiska viljanum, sum hevur staðfest, at tað skulu vera trý sjúkrahús í Føroyum.
- Tað er ógjørligt fyri stjórarnar á teimum smáu sjúkrahúsunum at skriva undir eina slíka samstarvsavtalu, siga sjúkrahúsleiðslurnar í Suðuroy og í Klaksvík í mótmæli til heilsumálaráðið.
Vilja samstarva
Tær leggja kortini dent á, at tær vilja sjálvandi samstarva og tær vilja sjálvandi fylgja lógini.
- Men andin til gott samstarv og at fylgja lógini, má eisini vera galdandi fyri ovasta myndugleika. Vit kunnu ikki luttaka í eini ætlan, sum tekur grundarlagið undan okkara stovni, stendur í mótmælinum til heilsumálaráðið.
Ístaðin fyri at miðsavna alla játtanina til serviðgerð uttanlands á Landssjúkrahúsinum, mæla leiðslurnar á Suðuroyar- og Klaksvíkar sjúkrahúsi til, at játtanin verður býtt sundur ímillum tey trý sjúkrahúsini, so at tey sjálvi sleppa at umsita hana.
Mótmælið til heilsumálaráðið er undirskrivað av Hera Ellingsgaard, stjóra á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, Jákupi Petersen, yvirlækna í Klaksvíkar Sjúkrahúsi, Jonu Nielsen fyristøðukvinnu á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, Ronnie Midjord, stjóra á Suðuroyar Sjúkrahúsi, Hans Peturi Nielsen, yvirlækna í Suðuroyar Sjúkrahúsi og Thyru Thorsteinsson, fyristøðukvinnu á Suðuroyar Sjúkrahúsi.
Vit hava meiri um sama mál í Sosialinum næstu dagarnar
ið










