Bæði Miðflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin stuðla framvegis samgonguni og Anfinni Kallsberg sum løgmanni.
Rumblið í samgonguni farnu vikurnar hevur ikki fingið teir báðar smáu samgonguflokkarnar at broyta hugsan um samstarvið við Tjóðveldisflokkin og Fólkaflokkin, sum hava havt eina beiska uppgerð eftir lesarabræv hjá Tórbirni Jacobsen.
? Eg má siga akkurát sum er, at eg taki ikki Tórbjørn Jacobsen fyri fult, og eg vóni, at løgmaður heldur ikki ger tað. So leingi sum skuldsetingarnar ímóti løgmanni byggja á halv úttalilsi frá Tórbjørn Jacobsen, so hevur løgmaður ongan trupulleika, heldur formaðurin í Miðflokkinum.
Kári P. Højgaard, einasti tingmaður fyri Sjálvstýrisflokkin, heldur, at tað er óheppið fyri samgongustevið, at eitt gamalt mál, sum hevur verið frammi áður, skal takast fram og brúkast ímóti løgmanni.
? Vit hava havt eitt gott samstarv við Anfinn Kallsberg seinastu fýra árini, og vit hava framvegis fult álit á honum sum løgmanni, sigur Kári P. Højgaard.
Ringt fyri arbeiðsmoralin
Anfinn Kallsberg og Tórbjørn Jacobsen hevur verið høvuðsleikararnir í heitasta politiska málinum seinastu vikurnar. Startskotið var, tá Tórbjørn Jacobsen í ein grein í bløðunum skrivaði, at løgmaður og Jørgen Niclasen høvdu eina dulda fortíð, og at teir ikki høvdu kunnað sitið í landsins leiðslu nakra aðrastaðni í heiminum.
? Tórbjørn Jacobsen átti at lagt prógvini fyri sínum pástandum fram, tí tað er á lágum plani at insinuera slíkt um løgmann. Her er talan um ein gamalt mál, sum fólk hava vitað um í nógv ár. Men tað hevur hvørki forðað fólki í at velja Anfinn Kallsberg til løgtingið ella løgtingsmonnum í at velja Anfinn til løgtingsformann, landsstýrismann og løgmann. Tí er hatta málið farið, og tað nyttar einki at draga tað fram aftur nú, heldur Jenis av Rana.
? Hetta stríðið er ikki gott fyri samfelagið, og tað kann taka arbeiðsmoralin frá øðrum politikarum. Eg vóni, at vit kunnu leggja hetta aftur um okkum, tá vit hittast aftur á ólavsøku, og fara aftur til arbeiðis.
Skaðar álitið millum flokkarnar
Kári P. Højgaard, tingmaður fyri Sjálvstýrisflokkin, heldur, at seinastu vikurnar hava verið sera óhepnar fyri samgonguna.
? Hetta førir ikki til nakað, og tað bara skaðar álitið, sum hevur verið millum flokkarnar. Vit eru ikki partur av stríðnum, og vit kenna bara málið frá fjølmiðlunum, og út frá tí, sum er komið fram har, hava vit onga orsøk til at umhugsa okkara stuðul til samgonguna ella løgmann.
? Tórbjørn Jacobsen hevur sagt, at málið veruliga snýr seg um privatisering og ikki um løgmann og Jørgen Niclasen, men so er tað skilaleyst at koma við slíkum skuldsetingum, sum tyngja samstarvið í samgonguni, heldur Kári P. Højgaard.