Jørðin á útoyggjunum kann ikki liggja nyttuleys, meðan smáplássini avtoftast.
Tí fer Útoyggjanevndin at mæla til, at fólk á smáplássunum sleppur at brúka til jørðina á staðnum, hóast tey ikki eiga hana.
- Tað er stórur áhugi fyri at brúka jørðina á útoyggjunum, men nógva staðni er hetta ógjørligt, tí stykkini eru smá, og avbygdafólk eiga stóran part jørðini, sigur Olga Biskopstø, sum er samskipari hjá Útoyggjanevndini.
Tá nevndin fer at lata løgmanni sítt álit í næsta mánaði, verður jørðini ein týðandi partur av álitinum.
Ognarræturin ikki nertast
Útoyggjanevndin hevur seinastu mánaðirnar arbeitt við spurninginum um jørðina á smáplássunum, og tað hevur verið upp á tal at gera okkurt við ognarrættin til jørðina, men hetta verður ikki við í álitinum.
- Vit mæla ikki til at gera nakað við ognarrættin, men hinvegin kundu vit hugsa okkum, at fólk á útoyggjunum fáa nýtslurættin til jørðina, sigur Olga Biskopstø.
Hugskotið hjá Útoyggjanevndin er, at tað í hvørjum einstøkum førði skal metast um jørðina á útoyggjunum. Um hon kann brúkast til landbúnað, so skal hon eisini brúkast til tað - av fólkinum sum býr har. Tey, sum eiga jørðina, kunnu so fáa endurgjald fyri at lata nýtslurættin frá sær.
- Tað eru ymisk viðurskifti á útoyggjunum skulu betrast, og ein týðandi partur er jørðin. Tað er umráðandi, at tað, sum er í umhvørvinum, kann brúkast til nakað skilagott, sigur Olga Biskopstø.
Jørðina gagnnýtast
Útoyggjanevndin setur spurnartekin við, um útoyggjarnar kunnu liva av landbúnaðinum, men nevndin heldur tað hava týdning, at jørðin verður gagnnýtt. Hetta fer at koma bæði smáplássunum og Føroyum sum heild til góða.
Útoyggjanevndin ætlar sær at koma við øðrum ítøkiligum uppskotum, sum kunnu verða við til at stuðla undir livilíkindini á útoyggjunum.
Seinasti nevndarfundurin hjá Útoyggjanevndini hevur verið, og nú verður álitið skrivað. Ætlanin er, at løgmaður, sum setti nevndina, skal fáa álitið í næsta mánaði.