Smáligt hjá línuskipum

Seinastu dagarnar hava tilsamans sjey línuskip landað í Klaksvík, men nøgdirnar eru smáar. Veiðan liggur úr 30.000 pundum upp í sløk 60.000 pund Línuskipini í Klaksvík hava verið inni og landað.

Túrarnir hava ikki allir verið líka langir, men sum heild verður sagt frá smáligum fiskiskapi.

Seinasta fríggjadag landaðu tvey skip, og í dag landa fimm skip.

Kvik og Fugltúgvan, sum landaðu fríggjadagin, høvdu 30.000 pund í part.

Í dag eru so fimm skip inni. Tey eru Klakkur við 54.000 pundum, Jákup B við 57.600, Polarstjørnan við 30.000, Grani við 37.200 og Morgunstjørnan við sløkum 11.000 pundum.

Pól Fuglø, landingarformaður í Klaksvík, sigur, at fiskurin hjá línuskipunum er blandaður.

- Av veiðini hjá Klakki er umleið ein góður triðingur toskur, meðan restin er hýsa, brosma og annar fiskur.

Hann vísir á, at hjá onkrum skipi er umleið ein helmingur av veiðini toskur, og síðan eru fiskasløgini eitt nú hýsa, brosma og annað.

- Grani, sum hendan túrin hevði sløk 40.000 pund, hevur roynt á Íslandsrygginum, og hjá teimum var at kalla øll veiðan toskur, sigur Pól.

Sum skilst, hevur línuskipið Helena verið á beding í Klaksvík, men ætlandi fer skipið avstað aftur í morgin.

- Eg vænti, at øll línuskipini fara útaftur í morgin og mikudagin, sigur landingarformaðurin.