Smáligt

A. Guttormur Djurhuus, Limur í RK

Í kjalavørrinum á framúrskarandi úrslitinum av innsavnan av peningi til danska Reyða Kross, at veita teimum neyðstøddu undan flóðalduni í strandalondunum kring Bengalska havið, hevur ávís misnøgd stungið seg upp.
Misnøgd við at peningurin úr Føroyum, í stóran mun fer í hol hjá danska Reyða Krossi. Til at fylla hol í yvirtrektum konti í donskum peningastovnum, og ikki beinleiðis til tey kreppuraktu økini.
Slíkur hugburður er løgin og til lítlan sóma fyri eitt fólk, sum sjálvt árliga fær fleiri hundrað miljónir krónur í menningarhjálp. At nakrar fáar miljónir fara aftur til veitaran er ikki at illneitast um.
Og fyri alt tað duga danir betur enn vit. Teir eru vanir við altjóða samskifti og vita betur enn vit, hvussu slíkt hjálparabeiði verður veitt. At gera vart við at vit ikki eru limir í altjóða samfelagnum, kann gerast við annað høvi.
Heldur enn at vera misnøgd, attu vit at verið glað um at kunna veita dønum eina hjálpandi hond at hjálpa.