Smádrongur sigldi á fleiri stuttleikabátar

Tann fýra ára gamli kom undir speedaran á stuttleikabátinum hjá abbanum. Tað fer at kosta. Tann fýra ára gamli var á veg inn í havnina í Svendborg saman við abbanum og ommuni, tá hann var so óheppin at detta á speedaran á tí stóra stuttleikabátinum.

Úrslitið varð, at tann stóri stuttleikabáturin rendi á fleiri bátar og tað so harðliga, at ikki færri enn átta bátar fingu skaða, skrivar blaðið Fyens Stiftstidende.

Bátarnir hava fingið skaða fyri fleiri hundraðtúsund krónur, og sambært blaðnum er tað ein spurningur, um tryggingin hjá abbanum er sinnað at gjalda, sjálvt um talan var um eitt óhapp.