Best sum teir spæla sær í jollu á víkini, verða teir umgyrdir av kópum, sum svumu undan einum bóghvítuhvali, og fyri teimum sá tað út, sum um hvalurin vildi teimum ann, sigur heimildarmaður okkara í Skálavík. Hann sigur frá dreingjunum, at nakrir av kópunum fóru upp á land undan hvalinum.
Dreingirnir hildu til rýmingar tað dýrasta teir vóru mentir undan hvalinum, sum var teimum so nær, at teir máttu neyðlenda á Magnussartanga, hagani teir runnu inn á flakavirkið at søkja sær hjálp frá monnunum, ið har vóru til arbeiðis.
Hóast vandan, teir høvdu verið í, so var onkur teirra so hugdjarvur, at hann fór við jollu síni útaftur, har kóparnir høvdu verið, tí hann helst seg síggja ein særdan kóp, sum hann ætlaði at koma til hjálpar. Men tíbetur, kópurin var ikki at síggja, tá hann kom um ta leiðina, har kóparnir og hvalurin høvdu verið.
Heimildarmaður okkara í Skálavík sigur, at tað er ikki óvanligt at síggja æðuhval jagstra kóp við strendurnar um summarið. Spurningurin er so, um hann kann gera børnum nakað?