Smábátarnir vendu aftur

Líkindini vóru so vánalig, at smábátarnir, sum æltaðu sær á Norðhavið fríggjamorgunin, vendu aftur

 

Klaksvík: Fríggjamorgunin lógu allir teir smáu snellubátarnir bundnir við kai í Klaksvík.

Nakrir av smáu bátunum vóru annars farnir avstað tíðliga fríggjamorgunin, men teir vendu aftur, tí tað var so ringt í sjónum.

Størru bátarnir komu á Norðhavið, og veðrið var brúkiligt hjá teimum.

? Eg fór ongantíð avstað í morgun, tí líkindini vóru so vánalig. Aðrir royndu, men veðrið var ikki til tað, sigur Palli Jacobsen, sum rør út við Krossteini.


Góðan túr mánadagin

Báturin hjá Palla liggur við bátabrúgvarnar í Klaksvík, og hendan fyrrapartin er hann farin í holt við onkrar smærri umvælingar umborð á bátinum.

? Tað er altíð okkurt sum kann gerast ein slíkan dag sum í dag, tá vit ikki sleppa út, sigur hann.

Mánadagin var hinvegin ein góður dagur hjá Palli. Teir vóru tveir við Krossteini á Norðhavinum og fingu næstan 2700 pund.

? Á døgurða høvdu vit fingið eitt tons. Fyrrparturin royndist væl, og fiskurin var stórur. Aftaná døgurða gekk minni væl, men samanumtikið var tað ein góður túrur, sigur hann.


Avreiða á Uppboðssøluni

Palli hevur verið tríggjar túrar higartil, og hann vónar, at hann sleppur avstað aftur í dag.

Bátarnir í Klaksvík avreiða allir á Fisknamarknaðinum í Klaksvík, og tá allir bátarnir koma aftur ímóti kvøldi, er nógvur aktivitetur við Kósabrúnna.

? Tað gongur rættiliga væl við at sleppa fram at eftir tørni, sigur Palli Jacobsen.

Dagurin í gjár var eitt sindur meiri friðarligur á uppboðssøluni, tí tað vóru bara teir størru bátarnir, sum vóru úti.