Tað er ólavsøkuaftan, og harvið verður tað seinnapartin í dag, at tað verður greitt, hvør fer at vinna tey FM heitini í kappróðrinum, sum ikki longu eru avgreidd.
Erla Kongsdóttir við kvinnum og Firvaldur við gentum hava vunnið FM. Tað restar millum lítið og einki í hjá Tvørabátinum við monnum, og Jarnbardur við kvinnum verður meistari, um hann kemur á mál.
Í hinum róðrunum er talan um tvíkapping. Frúgvin og Sílið fara at kappast um FM heitið millum 5-mannaførini við dreingjum, Heiðabáturin og Argjabáturin fara at kappast um FM heitið millum 8-mannaførini, og í kappingini millum 10-mannaførini verður tann meistari, sum verður fremri – Drekin Reyði ella Klaksvíkingur.
Felags fyri allar manningar er, at tað telur eyka nógv at vinna ólavsøkuróðurin, og á mest sum hvørjari ólavsøku plagar onkur bátur at stinga seg upp millum sigursharrarnar, sum annars ikki hevur verið millum teir fremstu undanfarnu róðrarnar.
Klokkan 13
Barnaróður dreingir
6 Royndin Fríða
7 Spógvin
8 Tekla
9 Jallurin
10 Firvaldur
11 Ørnin
12 Havfrúgvin
Barnaróður gentur
5 Pílur
6 Strípan
7 Báran
8 Beinta
9 Blikur
10 Hulda
11 Dúgvan
12 Havfrúgvin
13 Títlingur
10-mannafør Masters
7 Sunnbingur
8 Skálabáturin
10 Nólsoyar Páll
11 Vestmenningur
Klokkan 15
5-mannafør dreingir
6 Blikur
7 Beinta
8 Frúgvin
9 Sílið
10 Tjaldrið
11 Kollur
12 Ternan
Støðan
1 Frúgvin 38
2 Sílið 37
3 Tjaldrið 33
4 Beinta 21
5 Kollur 18
6 Ternan 11
7 Blikur 7
8 Hulda 2
6-mannafør kvinnur
8 Gongurólvur
9 Jarnbardur
10 Herningur
Støðan
1 Jarnbardur 14
2 Gongurólvur 12
5-mannafør gentur
5 Dúgvan
6 Blikur
7 Jallurin
8 Fípan Fagra
9 Firvaldur
10 Silja
11 Sílið
12 Spógvin
Støðan
1 Firvaldur 42
2 Fípan Fagra 32
3 Jallurin 30
4 Silja 28
5 Sílið 18
6 Spógvin 11
7 Blikur 6
8 Teistin 1
9 Dúgvan 0
5-mannafør kvinnur
7 Ørnin
8 Ritan
9 Erla Kongsdóttir
10 Teistin
11 Drekin
Støðan
1 Erla Kongsdóttir 42
2 Ritan 33
2 Teistin 33
4 Drekin 22
5 Ørnin 16
6 Sílið 10
7 Jallurin 4
6-mannafør menn
5 Herningur
6 Lómur
7 Smyril
8 Páll Fangi
9 Hvessingur
10 Tvørabáturin
11 Rádni
12 Jarnbardur
13 Gongurólvur
Støðan
1 Tvørabáturin 39
2 Páll Fangi 32
3 Rádni 29
4 Jarnbardur 21
5 Lómur 20
6 Hvessingur 17
7 Smyril 5
8 Herningur 4
9 Gongurólvur 1
8-mannafør
7 Knørrur
8 Heiðabáturin
9 Argjabáturin
10 Kvívíkingur
Støðan
1 Heiðabáturin 39
1 Argjabáturin 39
3 Tofta Regin 20
10-mannafør
7 Ormurin Langi
8 Drekin Reyði
9 Klaksvíkingur
10 Havnarbáturin
11 Nólsoyingurin
Støðan
1 Drekin Reyði 39
2 Klaksvíkingur 38
3 Havnarbáturin 31
4 Ormurin Langi 24
5 Nólsoyingurin 18
6 Hvítravnur 2
7 Skálabáturin 1









